
Handilstreytir
Takk fyri tína bílegging á Á Handil. Her niðanfyri hava vit fyri at tryggja, at tú hevur fult innlit, greinað tey almennu treytirnar.
1. Alment Allar bíleggingar, ið verða gjørdar á Á Handil, eru eisini undirlagdar handilstreytunum hjá tí einstaka handlinum. Hesir kunnu finnast á heimasíðuni hjá handlinum ella við beinleiðis at venda sær til handilin. Um ósamsvar er millum handilstreytirnar, eru tað handilstreytirnar hjá handlinum, ið eru galdandi.
2. Bílegging hjá Á Handil Tann bílegging, ið verður gjørd, hevur onga ávirkan á Á Handil. Bindandi keypsavtalan er millum kundan og tann handilin, ið nýtir Á Handil. Á Handil skal bert roknast sum millumliður millum partarnar. Um ein gjaldsgátt er knýtt at vørunum hjá tí einstaka handlinum, er hon eisini umsitin og eigur hjá handlinum. Tí skulu spurningar viðvíkjandi gjaldi o.t. stílast til tann einstaka handilin.
3. Prísir Allir prísir eru íroknaðir 25 % MVG og í donskum krónum, um einki annað er upplýst. Prísirnir eru bert galdandi innan danskar landamørk, uttan Føroyar og Grønland. Fyri fyrivarni verður tikið fyri:
- Broytingar í gjaldoyra
- Force majeure
- Manglandi útbering
- Broytingar í avgjøldum
- Útseldar vørur og prentvillur
4. Søla alment Tann prísurin, sum er galdandi á bíleggingartíðspunktinum, er tann, ið verður nýttur fyri bíleggingina.
5. Útbering Útbering hevur onga ávirkan á Á Handil. Vit vísa tí til treytirnar hjá handlinum.
6. Avlýsingar Um ynskiligt er at avlýsa eina bílegging, skal hetta verða gjørt beinleiðis til tann einstaka handilin og hevur onga ávirkan á Á Handil.
7. Í iva? Um ivamál stinga seg upp, mælir Á Handil til, at tú vendir tær til handilin.
8. Angrarrættur Á Handil tekur bert sær av millumliðsfunktiónini millum seljara og keypara. Tí er angrarrætturin undirlagdur treytirnar hjá tí einstaka handlinum.
9. Gjalding Tá bílegging verður gjørd, verða pengarnir ikki trektir fyrr enn við avheintan ella útsending av vøruni, men ikki seinni enn 30 dagar eftir, at bíleggingin er góðtikin.
9.1 Gjalding Møguligir gjaldshættir eru:
- Visa
- Visa/Dankort
- Visa Electron
- MasterCard
- Maestro
Gjaldið verður trekt frá kortinum, tá bíleggingin verður avheintað.
10. Avlýsing Í sambandi við avlýsing ella annullering av longu fráboðaðari bílegging, skal hetta sum útgangsstøði gerast við at senda ein teldupost við yvirskriftini "Avlýsing" til a-sundsvegur@ph.fo. Bíleggingartíðspunkt og bíleggingarnummar skulu upplýsast. Um tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan við telduposti, kanst tú senda hana aftur til avsendaran við orðunum "Avlýsing" í evni. Við avlýsing verður pengarnir sum útgangsstøði ikki endurgoldnir.
10.1 Angrarrættur Sum brúkarar hevur tú 14 daga angrarrætt, tá tú gert keyp hjá okkum. Angrartíðin gongur út 14 dagar eftir, at tú hevur móttikið vøruna ella síðstu vøru í tíni fysiska hendi. Tú skalt boða okkum frá innan 14 dagar, at tú ynskir at nýta tín angrarrætt. Boðini skulu sendast við telduposti til a-sundsvegur@ph.fo. Í tínum boðum skalt tú týðiliga upplýsa, at tú ynskir at nýta tín angrarrætt. Tú kanst ikki nýta angrarrættin við bert at nokta at móttaka vøruna uttan at boða okkum frá hesum.
11. Reklamatiónsrættur Tað verður bjóðað 24 mánaðar reklamatiónsrættur.
Útvortis persónsupplýsingarpolitikkur
Almennar upplýsingar
Við hesi persónsupplýsingarpolitik vilja vit hervið upplýsa teg um, at Á Handil viðger persónsupplýsingar um teg. Viðgerðin fer fram við góðkenning frá dátueftirlitsmanninum, sum selur vørur og tænastur á Á Handil. Kontaktupplýsingar hjá dátueftirlitsmanninum standa niðanfyri undir avsnittinum "Tín rættindi".
Í tí, ið nú verður sagt, vilja vit stutt lýsa teir ymisku persónsbólkarnar, um hvønn vit viðgera persónsupplýsingar, eins og hvussu viðgerðin fer fram í hvørjum einstøkum føri.
Síðani vilja vit kunna teg um tíni rættindi og kærumøguleikar í sambandi við viðgerðina av tínum persónsupplýsingum.
Við gjøgnumlesing av hesi persónsupplýsingarpolitik, verður tú upplýstur um fylgjandi viðurskifti:
- Hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar
- Hvat fyri ein viðgerð fer fram
- Hvussu leingi viðgerðin varar
- Hvørji rættindi tú hevur sum skrásettur
- Hvørjum tú kanst venda tær til hjá Á Handil
- Hvørjum tú kanst kæra til, um tú ert ónøgdur við viðgerðina
Persónsupplýsingar
Á Handil viðger eina røð av upplýsingum um teg í sambandi við tína bílegging av vørum og tænastum. Í sambandi við tína bílegging verður tú sum útgangsstøði biðin um at geva navn og kontaktupplýsingar. Endamálið við innheintingini er at tryggja avheintan/útbering í sambandi við tína bílegging.
Tín teldupostbústaður verður heintaður inn fyri at senda bíleggingar- og/ella ordruváttanir, eins og fyri at tryggja, at dátueftirlitsmaðurin kann kontakta teg, um vørur verða afturkallaðar ella um trupulleikar eru við tínari bílegging.
Títt telefonnummar verður heintað inn fyri at senda møguligar kupongar og við tørvi á skjótari samband millum dátueftirlitsmannin og teg sum keypara - eitt nú við afturkalling av vørum.
Um bíleggingar skulu leverast, verður tú eisini biðin um at upplýsa tína bústað, fyri at dátueftirlitsmaðurin kann levera vøruna.
Um dátueftirlitsmaðurin tekur ímóti gjaldi á netinum, verður tú biðin um at gjalda á netinum í sambandi við títt keyp. Um gjaldið fer fram við avheintan/útbering, verða tíni gjaldsupplýsingar sjálvandi ikki goymdar.